Semja millum Sagexfólk

Teir tríggir serfrøðingarnir hjá ráðgevandi oljufelagnum Sagex-Petroleum, sum hava verið ráðgevar hjá føroyska oljufelagnum Føroya Kolvetni, hava gjørt semju við Norsk Hydro, sum stevndi teimum trimum. Sagex ætlar sær nú aftur at vera virkið í Føroyum

 

Oljuvinna

Jan Müller


Norsk Hydro og Sagex Petroleum hava gjørt umrøddu semju:


Etter at det foreligger rettskraftig avgjørelse i sak for Borgarting Lagmannsrett der retten la til grunn at tidligere medarbeidere i Saga Petroleum ikke har brutt sin taushetsplikt ved senere engasjement for selskapet Sagex Petroleum, har Norsk Hydro og Sagex Petroleum sammen med de tidligere Saga-ansatte, inngått et forlik som avslutter striden om disse forhold.

Partene tar lagmannsrettens avgjørelse til etterretning, og anser konflikten om engasjementer i fremtidig utforskningsvirksomhet i området mellom Storbritannia og Færøyene som en avsluttet sak uten negative konsekvenser for fremtidige forretningsrelasjoner.

Terje Hagevang sigur í eini viðmerking til Sosialin, at »det er en gledens dag i Sagex Petroleum« nú hetta stríð loksins hevur fingið ein enda. Sum vera man hevur Sagex fingið eina upphædd frá Hydro, eitt slag av fíggjarligari kompensatión, nú felagið tapti sakina í rættinum. a.s, når denne striden endelig er avsluttet.

? Tað mest týdningarmikla fyri okkum var at fáa ein enda á hesum, soleiðis at vit eisini aftur kunnu byrja at arbeiða við Føroyum. Sum vinir mínir í Føroyum eru væl vitandi um, »har jeg jo tapt mitt hjerte til øyene og folket som bor der« sum hann málber seg og leggur aftrat, at hann samtíðis fegin vil vera við í tí sera spennandi føroyska oljuævintýrinum. Hann sigur tó, at tað er ikki greitt, hvussu teir koma at arbeiða í Føroyum, men hann sigur seg kunna lova, at Sagex ætlar sær at vera virkið í Føroyum eisini í framtíðini.