Ósemja millum Kára og Kára

Innanhýsis stríð tykist hava tikið seg upp í Sjálvstýrisflokkinum millum báðar Kárarnar í um fiskivinnupolitikkin. Í fjølmiðlaskrivi - við heitinum ?Hevur sjálvstýrisflokkurin broytt vinnupolitiska kós - hartar Kári P. Højgaard sín egna formann fyri ætla at minka um mjólkastuðulin og sjómannafrádráttin.

- Nú eru nýggir tónar frá formanninum. Rakstrarstuðul til landbúnaðin, serskipanir fyri fiskivinnu, sum virka sum studningur, spjaddir og tilvildarligir frádráttir ? burtur við tí, sigur Kári P. Højgaard óbeinleiðis skýrir Kára á Rógvi fyri at ganga ímóti gomlu stevnuskránni hjá Sjálvstýrisflokkinum.

- Eg taki ikki undir við tilfeingisgjaldi á alla fiskivinnu og skipan av fiskidagabúð. Tað verður heldur ikki við mínum vilja, at sjómannafrádrátturin verður skerdur, sigur fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum.

- Eg havi umboðað Sjálvstýrisflokkin í Løgtinginum síðan februar 2001. Sum umboð floksins í Vinnunevndini og framsøgumaður í vinnumálum hetta valskeiðið, fari eg ikki framhaldandi at góðtaka útsagnir og fráboðanir á vinnupolitiska økinum, ið ganga móti míni sannføring ella tí leið, flokkurin fyrr hevur hildið. Øll hesi ár, havi eg kent stuðul og viðurkenning frá sjálvstýrisfólki, fyri arbeiði á tingi, sigur Kári P. Højgaard.

Í endanum av skrivinum sigur Kári P. Højgaard seg fegnast um yvirlýsingina frá landsfundinum í fjør heyst, sum takkaði honum fyri m.a. at hava hildið sjálvstýriskósina í øllum politiskum veðri.