Javnaðarflokkurin, Siumut og Inuit Ataqatigiit eru allir sjálvstøðugir flokkar á Fólkatingi og eru knýttir at ávikavist sosialdemokratunum og SF.
Javnaðarflokkurin, Siumut og Inuit Ataqatigiit eru tískil, saman við 89 øðrum fólkatingsumboðum, parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini.
Teir tríggir flokkarnir eru tó valdir inn á Fólkating við støði í eini aðrari politiskari dagsskrá og øðrum politiskum lyftum til veljaran, enn donsku flokkarnir.
Tí vilja teir tríggir flokkarnir boða frá, at tá eitt mál, ið víðvíkur Føroyum ella Grønlandi verður viðgjørt á Fólkatingi, taka flokkarnir somu politisku støðu, sum meirilutin í heimlandinum.
Flokkarnir vænta, at stjórnin er sinnað at føra ein opnan dialog, tá grønlendsk ella føroysk mál verða viðgjørd eisini tá ræður um mál, har stjórnin sum útgangsstøði ikki hevur sama sjórnarmið sum meirilutin í Grønlandi ella Føroyum.
Hesi mál kunnu millum annað viðvíkja útvinnan av náttúrutilfeingi, rættindi hjá grønlendskum og føroyskum borgarum ella rættarstøðu Føroya og Grønlands.
Tað er ongin bindandi skylda í hesi semju og flokkarnir kunnu sjálvir taka støðu frá máli til mál.
Tann sannroynd, at hesir tríggir flokkar sita við avgerandi atkvøðum á Fólkatingi, verður ikki misnýtt til at hótta stjórnina, men hetta styrkir sjálvsagt vónina um ein opnan dialog eisini um torfør mál.