Semja millum FSN og Fiskimálaráðið

Tíðindaskriv

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Eyðstein Djurhuus, form.

 

Rættarmálið millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) og Fiskimálaráðið er endað við semju millum partarnar. Í hesum tíðindaskrivi verður greitt frá, hví málið er endað, uttan rættarúrskurð.

 

Hví varð málið reist?

Eftir óhappið, sum Norrøna var fyri 15. jan. 2004, setti Skipaeftirlitið eina kanning í verk av hesum óhappi. FSN metti, at eingin heimild var at gera eina slíka kanning, og vit mótmæltu hjá landsstýrismannninum í fiskivinnumálum. Hóast okkara mótmæli bleiv kanningin framd. FSN setti ein óheftan serfrøðing at gera viðmerkingar til kanningina. Hann vísti á fleiri feilir og brek við kanningararbeiðinum. Tí avgjørdi FSN at stevna Fiskimálaráðnum fyri at fáa hesa kanning dømda fyri at vera ógilduga, og harvið eisini tær niðurstøður, sum hon kom fram til.

 

Støðan er broytt

Ólavur Hovsgarð, sum var skipari á Norrønu, tá óhappið hendi, hevur avgreitt øll síni viðurskifti við sín fyrrverandi arbeiðsgevara. Henda hending hevur merkt hann rættiliga nógv, og hann hevur eitt ynski um at koma víðari í lívinum.

Landsins myndugleikar hava víðar heimildir at áleggja skiparum bøtur, um teir fremja nakað brot á sjólógina ella kunngerðina um vaktarhald á skipum. Vit vilja vísa á, at Ólavur Hovsgarð onga slíka sekt hevur fingið.

Vónandi fara fjølmiðlar at hava virðing fyri, at hann vil leggja hetta málið aftur um seg. Møguligir spurningar skulu setast felagnum.

Nevndin í FSN hevur umhugsað hetta mál gjølla. Vit hava sett okkum spurningin, hvat kunnu vit fáa burturúr einum slíkum rættarmáli, ella kunnu vit fáa meiri burturúr á annan hátt?

Landsstýrismaðurin í fiskivinnmálum arbeiðir nú við at gera eina nýggja kunngerð um kanningar av vanlukkum á sjónum. FSN hevur latið viðmerkingar inn til nevndu kunngerð. Felagið tekur undir við, at vanlukkur og størri óhapp verða kannað til fulnar. Men tað er av størsta týdningi, at hetta verður gjørt undir skipaðum viðurskiftum. Rættartrygdin hjá teimum persónum, sum verða kannaðir, eigur at vera vard. Felagið hevur fingið eina tilsøgn frá landsstýrismanninun um, at okkara sjónarmið eisini verða tikin við, tá tann endaliga kunngerðin verður orðað.

 

Allir partar hava lært

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ger nú eina nýggja kunngerð, og tað er ein viðurkenning, at støðan sum hon nú er, má broytast.

Stjórin á Skipaeftirlitinum hevur sagt í miðlunum, at teir hava lært nógv av óhappinum hjá Norrønu. Her kann nevnast, at allir upplýsingar verða fingnir til høldar, og at kanningin ikki skal almannakunngerast, áðrenn partarnir hava havt høvi at gera sínar viðmerkingar.

Tað er at fegnast um, at Smyril Line nú vísir nógv størri varsemi, tá Norrøna skal leggja at í ringum veðri. Vit fegnast eisini um, at ferðafólk skilja, at neyðugt er at laga seg eftir umstøðunum. Eisini eru ábøtur gjørdar í Tórshavnar Havn.

FSN hevur lært, at tað er trupult at tryggja, at limir okkara fáa eina virðiliga viðferð, tá kanningar verða gjørdar. Vit mugu tí ávirka myndugleikarnar soleiðis, at karmarnir kring hesar kanningar eru nøktandi fyri limir okkara.

Ólavur Hovsgarð gjørdi tað, sum hann kundi fyri at bjarga skipi, manning og ferðafólki, tá skipið kom illa fyri, orsakað av óvæntaðum umstøðum. Niðurstøðan í kanningini sigur, at hetta var ein medvirkandi orsøk til óhappið. Hetta er sera trupult at fáa at vita hjá einum, sum altíð hevur røkt sítt arbeiði við størstu ábyrgd. Vit skilja væl, at ilt er at fóta sær aftur eftir slíkt.

 

Criminalization of seafarers

Soleiðis verður hetta fyribrigdi nevnt í altjóða orðskifti um sigling og sjóvinnu. Tað er, at sjómenn, sum útinna eitt lógligt og erligt arbeiði, verða viðfarnir sum stórbrotsmenn, tá okkurt gongur galið, ella okkurt smávegis brot er framt á onkra reglu.

Sigling og fiskiskapur eru sera týðandi vinnugreinir í føroyska samfelagnum. Myndugleikarnir eiga at smíða lógir og kunngerðir, soleiðis, at havt verður í huga, at sjómenn arbeiða ofta undir nógvum trýsti og undir vánaligum umstøðum.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag er í ár vertur fyri Nordisk Navigatørkongress. Hesin fundur verður hildin 7. og 8. juni. Tá fara øll tey norðurlendsku navigatørfeløgini at umrøða mál av felags áhuga. Eitt mál, sum er sett á skránna, er júst hetta, hvussu skiparar og stýrimenn frægast verða vardir, tá ið óhapp og vanlukkur skulu kannast.