Ósemja hóttir fleiri hundrað sjúklingar

BÍÐILISTAR Ósemja ímillum Heilsutrygd og serlæknar kann elva til, at bíðilistarnir at sleppa til lækna fer at leingist fleiri mánaðir

Nú um dagarnar hava fleiri hundrað sjúklingar fingið skriv frá serlæknum á Landssjúkrahúsinum um, at teir sleppa ikki í viðtali sum ætlað.
Tað er greitt eftir at ósemja hevur tikið seg upp ímillum serlæknarnar og Heilsutrygd og Heilsumálaráðið.
Umframt at hava fast starv á Landssjúkahúsinum, hava fleiri serlæknar eisini privata viðali uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Men nú hevur Heilsutrygd sett teimum krøv, sum hava elvt til, at onkrir serlæknar hava boðað sjúklingunum frá, at tann privata viðtalan heldur upp at nú.
Sostatt verða allir sjúklingar settir á vanliga bíðilistan hjá Heilsuverkinum.
Avleiðingin av hesum er, at bíðilistarnir til fleiri viðgerðir, kannningar og viðtalur annars, fer at leingjast fleiri mánaðir, í ávísum førum upp í eitt heilt ár.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið uppspurt akkurát, hvussu nógvir og hvørjir serlæknar eru givnir við teirri privatu viðtaluni.
Men vit hava verið í sambandi við nakrar sjúklingar, sum hava fingið boð frá sínum serlækna um, at hann er givin við viðtalini og at teir ístaðin verða settir á vanliga bíðilisan.
Hjá sjúklingum við ávísum sjúkum merkir hetta í veruleikanum, at mugu bíða upp í eitt ár, og longri, eftir at sleppa í viðtali, hóast teir av røttum eiga at vera í viðtalu nakrar ferðir um árið at dagføra heilivág o.s.fr.
Hin møguleikin er, at teir verða beinleiðis innlagdir á sjúkrahúsið.

Ósemja
Hans Jákup Simonsen, formaður í serlæknafelagnum sigur, at orsøkin til, at summir serlæknar eru givnir, er, at Heilsutrygd hevur sett serlæknunum nýggj krøv, ið verða uppfatað sum sáttmálabrot.
Serlæknarnir hava arbeitt eftir eini gamlari avtalu við sjúkrakassarnar og hon helt fram eftir at sjúkrakassarnir vórðu niðurlagdir og Heilsutrygd stovnað ístaðin.
Men nú hevur Heilsutrygd kravt, at sjúklingar skulu ikki til serlækna uttan eftir ávísing frá kommunulækna.
Harafturat krevur Heilsutrygd at nú skulu sjúklingar váttað skrivliga, at teir hava verið í viðtali hjá serlæknanum.
Hans Jákup Simonsen sigur, at fyri so vítt er ongin trupulleiki at lúka treytirnar frá Heilsutrygd.
- Men tað ber ikki til, at Heilsutrygd einvegis setir broytingar í gildið, tí tað krevur samráðingar við serlæknarnar.
Serlæknafelagið í Føroyum hava tískil latið málið upp í hendurnar á danska serlæknafelagnum, sum eisini er felagið hjá føroysku serlæknunum.

Longri bíðilistar
Hans Jákup Simonsen sigur, at tað er læknatrot í Føroyum og tí er úrslitið av privatu viðtalini hjá læknunum, at bíðilistarnir eru nógv styttri enn teir annars høvdu verið.
- Tað er avmarkað, hvussu nógvir sjúklingar teir klára í vanligari arbeiðstíð og tískil ger tann privata viðtalan, at bíðilistarnir eru nógv styttri enn teir annars høvdu verið.
- Gevast serlæknarnir nú við privatu viðtalini, fara bíðilistarnir hinvegin at leingjast munandi, leggur hann afturat.
Í Heilsutrygd fatað tey ikki nýggju krøvini sum sáttmálabrot.
Men Jan Danielsen, stjóri í Heilsutrygd sigur, at eftir áheitan frá serlæknunum sjálvum, eru krøvini útsett til á nýggjárunum.
Áðrenn blaðið fór til prentingar eydnaðist tað okkum ikki at fáa at vita frá serlæknum, um tann privata viðtalan sostatt verður tikin upp aftur til á nýggjárinum.