Semja gjørd við Føroya Fiskimannafelag

Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Føroya Fiskimannafelag hava í dag skrivað undir semju Reiðarafelagið fyri Farmaskip undirskrivaði í dag semju við Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags um nýggjan sáttmála fyri farmaskipini. Sáttmálin er galdandi frá 1. mars 2009 til 1. mars 2011.

Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka 6,44% 1. mars í ár, og hækka ikki aftur 1. mars 2010.

Sersáttmálin fyri Norrønu fellur nú burtur á tann hátt, at viðkomandi sáttmálaásetingar verða fluttar inn í høvuðssáttmálan. Harafturat eru nakrar aðrar broytingar í sáttmálanum og lønartalvuni, sum tó eru neutralar í mun til yvirskipaða lønarkarmin.

Vinnuhúsið sigur, at samanumtikið eru lønarhækkingarnar sostatt á sama støði, sum sáttmálarnir, sum RFF gjørdu við hini manningarfeløgini, og sum hinir sáttmálarnir, sum gjørdir eru á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni.