Rættarmálið móti kenda amerikanska sjónleikaranum Bill Cosby er ógildað. Tað hevur dómarin í málinum avgjørt eftir, at nevningatingið, ið er manna av sjey monnum og fimm kvinnum, eftir av hava samráðst í 50 tímar, ikki megnaði at blíva ásamt um 79 ára gamli sjónleikarin er sekur í ákærunum um kynsligan ágang. Tað skrivar BBC.
Sjónleikarin var ákærdur fyri í trimum førum at hava framt kynsligan ágang móti Andrea Constand, og kundi hann, um hann bleiv funnin sekur, vænta ein dóm á tíggju ár og 25.000 dollarar í bót. Advokatarnir hjá sjónleikaranum hava tó ført, at Andrea Constand gav samtykki til samleguna.
Fleiri kvinnur hava seinastu árini staðið fram og ákært Bill Cosby fyri neyðtøku, men vegna fyrningarfreist, so er tað einans málið hjá Andrea Constand, ið verður roynt í rættinum.
Avgerðin hjá dómaranum merkir tó ikki, at málið er slept. Ákæruvaldið hevur sambært BBC longu boðað frá, at tey ynskja at royna málið av nýggjum.