Semja fingin í lag við ljósmøðurnar

Tað hevur eydnast Fíggjarmálaráðnum og Ljósmøðrafelag Føroya at finna eina semju fyri næsta ár. Fíggjarmálaráðið upplýsir nevniliga í dag, at tað er eydnast pørtunum at undirskriva ein eitt ára sáttmála.


- Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við onnur feløg hetta samráðingarumfarið við at lønin hækkar 2,25% tann 1.oktober 2015. Harafturat eru partarnir samdir um at arbeiða við nýggjum arbeiðstíðarreglum innan karmin fyri 2016, sum avtalað er, skal verða liðugt til tann 1. oktober 2016, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.