Ósemja í FA um vinnulív

Ingrborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag, sum eisini er limur í FA, eru ikki samd um, hvørt fakfeløg skulu vera við í vinnulívi ella ikki.

HALLÓ!


Skulu arbeiðarafeløg seta pengar í vinnulív, Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag?

- Vit fara ikki at seta eina krónu í Faroe Seafood ella nakað annað vinnulív fyri at fáa gongd á aftur. Tað kemur ikki upp á tal, at vit fara at seta pening í vinnulív.

Hvat heldur tú um, at feløg seta pening í vinnulív?

- Eg haldi, at hetta skuldi verið steðgað!

Fakfeløg hava áður sett pening í?

- Ja, vit hava so sanniliga stuðlað, men mangan er lítið komið burtur úr. Í fleiri førum hava feløg mist miljónir av krónum í virkjum og skipum, sum fóru á húsagang, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther.


Harry Benjaminsen, Tofta Arbeiðsmannafelag, er limur í FA. Eru tit fyri at seta pening í vinnulív?

- Ja, vit hava avgjørt áhuga fyri at verða við í eini endurreisn av fiskavirkinum. Eg veit ikki, um vit kunnu gerast nakar primus-motorur í eini møguligari endurreisn, men vit eru í øllum førum sinnaði at verða við.

Eiga tit lut í øðrum vinnulívsvirksemi?

- Ja, vit eiga part í Landingarmiðstøð Føroya. Hetta hevur ikki verið nøkur ring íløga, sigur Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag.