Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum og Finansforbundet skrivaðu í morgun undir nýggjan 4-ára sáttmála Semingsmenninir Alfred Petersen og Jógvan Amonsson kallaðu mikudagin Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum (AFF) og Finansforbundet til aðru semingsroynd, og í morgun ? hósmorgunin ? komu partarnir ásamt um eina loysn, har útreiðslukarmurin er á 11,94 prosent yvir eitt 4-ára tíðarskeið.
Framdar eru ávísar dagføringar av sáttmálanum og harmoniseringar í mun til hinar sáttmálarnar hjá AFF, umframt at avtala er ein avmarkað trygd fyri lønarvirðinum fjórða sáttmálaárið.
Arbeiðssteðgurin í Føroya Banka og Trygd og skerda virksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, Føroya Lísvtrygging, Eik Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Kaupthing Bank er soleiðis av. Deildirnar hjá Føroya Banka og Trygd lata upp fyri vanligari avgreiðslu klokkan 13 í dag, meðan hinar fyritøkurnar lata upp til vanliga tíð.
Starvsfólk í Føroya Banka og Trygd, sum hava verið rakt av arbeiðssteðginum, skulu møta uttanfyri Føroya Banka í Húsagøtu, har semjan er gjørd.