Ósemja í ES um sílatoll

Ætlanin var, at ES skuldi leggja revsitoll á síl úr Noregi hósdagin, men avgerðin bleiv útsett.

Arancha Gonzales, talskvinna hjá ES-nevndini, sigur, at avgerðin bleiv útsett, tí nøkur av limalondunum vildu hava betri stundir til at kanna uppskotið um at leggja revsitoll á ald norsk síl. Í norskum fjølmiðlum verður tað tulkað, sum at ósemja er ímillum londini, hvørt revsitollur skal leggjast á norsk síl ella ikki.

Tann sonevnda dumpingnevndin hjá ES hevur skotið upp, at revsitollurin á sílum úr Noregi verður 19,9 prosent. ES vil vera við, at norðmenn seldu síl fyri undirprís í 2001 og í 2002. Hesum hevur norska alivinnan víst aftur, og nú avgerðin um revsitollin er útsett, fara norðmenn at nýta høvi til at gera enn eina roynd at sannføra ES um, at talan var ikki um undirprís, skrivar Aftenposten.