Í Danmark eru politikararnir ósamdir um, hvat landið skal gera, um eitt uppskot um at viðurkenna ein palestinskan stat verður lagt fram á aðalsundinum hjá ST um nakrar vikur.
Men tað er ikki bara í Danmark, at politikararnir eru ósamdir. Á óformliga uttanríkisráðharrafundinum hjá ES í polska býnum Sopot í gjár kom fram, at semja er ikki í ES um spurningin. Nøkur av teimum eysturevropeisku londunum hava longu viðurkent ein palestinskan stat, og Luksenburg hevur boðað frá, at landið fer at atkvøða fyri, kemur eitt tílíkt uppskot fyri ST-aðalfundin. Hinumegin standa lond sum eitt nú Týskland og Niðurlond, sum helst vilja sleppa undan at atkvøða um málið.
Tað er øllum greitt, at USA fer at brúka sín sýtingarrætt ímóti, at ein palestinskur statur verður skipaður. Men tað er harafturímóti ikki greitt, um palestinar fara at krevja viðurkenning og sjálvstøðuga umboðan í ST, ella um teir fara at biðja um eygleiðarastøðu, sum eitt nú Vatikanið hevur. Uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, segði aftan á fundin í Sopot í gjár, at tað eru palestinar, sum gera av, hvat teir vilja hava.