Eftir drúgvar samráðingar samdust teir 27 ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum seinnapartin um eina fíggjarlóg fyri samveldið fyri árini frá 2014 til 2020.
-So er semjan komin í havn. Tað evropeiska ráðið er samt um fíggjarlógina hetta til 2020. Tað var vert at bíða eftir hesum, skrivaði ES-forsetin Herman van Rompuy á Twitter seinnapartin. Tá høvdu partarnir tingast síðani í gjárkvøldið.
Undir tingingunum kravdi Danmark, at landið skal gjalda eina milliard krónur minni um árið til ES-kassan í komandi árum, og seinnapartin greiddi Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, tíðindafólki frá, at Danmark fær avslátturin, um landið hevði kravt.
Fíggjarætlanin hjá ES er upp á 960 milliardir evrur.