Klokkan 15 í gjár skuldu Føroya Skipara-og Navigatørfelag og teir seks skipabólkarnir, sum eru limir í Føroya Reiðarafelag og enn ikki hava fingið í lag nýggjan sáttmála við FSN, taka støðu til eitt nýtt semingsuppskot, sum semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar. Samdust feløgini ikki, var sáttmálaloysið millum partarnar frá á midnátt í gjár at rokna, og vandi er fyri, at tann parturin av flotanum, sum ongan sáttmála hevur, verður lagdur.
Fiskiskipabólkarnir, sum eru limir í Føroya Reiðarafelag, eru átta í tali. Tveir teirra, Felagið Línuskip og Felagið Ídnaðarskip, sum bert eru nøkur heilt fá skip, hava gjørt sáttmála við Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Teir skipabólkar, sum skuldu taka støðu til semingsuppskotið í gjár, eru verksmiðjutrolarar, partrolarar, lemmatrolarar, rækjuskip, kraftblokkaskip og garnaskip. Hinumegin borðið er so Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum er manningarfelagið í sáttmálatrætuni.
Undan "hattinum"
Upprunaligi sáttmálin millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag, fór úr gildi 1. desember 2004, men hevur verið longdur síðan.
Meðan teir átta fiskiskipabólkarnir, sum eru limir í Føroya Reiðarafelag, samráddust undir "hattinum" hjá sínum felag, eydnaðist ikki at fáa í lag semju. Fyrsta semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fyri partarnar fyrr í ár, varð vrakað av báðum pørtum ? og tað varð tað seinna uppskotið eisini.
Sama dag, sum seinna semingsuppskotið varð vrakað, og øll útlit vóru til verkfall, samdust Føroya Reiðarafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag kortini um, at hvør skipabólkur sær ? tilsamans átta í tali - skuldi samráðast við FSN. Hetta góðtók semingsstovnurin, og ein semja varð orðað, sum forðaði fyri, at vit tá fingu verkfall.
Men nú "brennur" tampurin aftur, og klokkan 15 í gjár skuldu so tey seks feløgini øðrumegin og Føroya Skipara-og Navigatørfelag hinumegin koma við sínum svari upp á semingsuppskotið.
Áðrenn Sosialurin fór til prentingar stutt eftir middagsleitið í gjár, var ógjørligt at siga, hvat úrslit feløgini fóru at koma til í sáttmálatrætuni.