Semja í Danmark

Tað verður ikki fólkatingaval á hesum sinni, tí stjórnin og Danski Fólkaflokkurin samdust í kvøld um skattalættan Semjan ber í sær, at millumskatturin hvørvur, tí markið fyri, nær ein skal rinda millumskatt, hækkar upp í 360.000 krónur um árið. Hinvegin fellur uppskotið hjá stjórnini um at hækka markið fyri toppskatt burtur, men partarnir eru samdir um, at talið á teimum, sum rinda toppskatt, skal ikki veksa.

Herumframt sigur semjan millum annað, at persónsfrádrátturin hækkar 1.000 krónur.

Kristian Thulesen Dahl, sum hevur samráðst vegna Danska Fólkaflokkin, er væl nøgdur við úrslitið, og hann heldur semjuna vera skilagóða.

Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at tað er Konservativi Fólkaflokkurin, sum hevur slakað, men Bendt Bendtsen, floksformaður, sigur seg vera væl nøgdan við úrslitið.