Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
-----------
Í Fólkatinginum er breið semja um, at í Ríkisfelagsskapinum er bert møguligt at hava Ríkisgrundlógina, ið fevnir um øll trý londini í felagsskapinum
Endaorðaskiftið í Fólkatinginum mikukvøldið vísir, at breið semja er á Christiansborg um, at tað er bert møguligt at hava ta einu grundlógina í Ríkisfelagsskapinum, nevniliga Ríkisgrundlógina frá 1953.
Í lívliga orðaskiftinum um Ríkisfelagsskapin og Føroyar ljóðaði ferð eftir ferð sjónarmiðið um, at í Ríkisfelagsskapinum hava vit eina felags grundlóg, og hon er galdandi fyri øll trý londini í felagsskapinum.
Orðaskiftið kom í lag, nú eitt uppskot til grundlóg fyri Føroyar liggur í Løgtinginum.
- Føroyar kunnu til eina og hvørja tíð gerast sjálvstøðugar og loysa frá Danmark. Men tá avgerðin skal takast, eigur hon at koma inn gjøgnum høvuðsdyrnar og ikki gjøgnum bakdyrnar, so sum vit hava lyndi til at síggja í hesum døgum í Føroyum, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í orðaskiftinum.
Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, sum var partur av lívliga orðaskiftinum mikukvøldið, hevur leingi ført fram sama grundsjónarmið:
- Heilt frá byrjan havi eg greitt júst frá hesum grundleggjandi, at um grundlógaruppskotið verður samtykt, hava Føroyar ein sera stóran trupulleika. Tá er í ringasta føri talan um regulera loysing, og tá er sannlíkt, at vit í Føroyum kunnu missa ríkisborgararættindini. Hetta er sera álvarsligt, sigur hann.
Longu tann 15. juni er grundlógaruppskotið í Føroyum aftur til viðgerðar á Christiansborg. Tá hevur Føroyanevndin kallað Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, í samráð um, hvørja støðu ríkisstjórnin hevur til uppskotið.
- Sum formaður í nevndini havi eg tryggjað, at talan verður um opið samráð, har áhoyrar og fjølmiðlar hava atgongd, og áhugað kunnu fylgja við beinleiðis á internetinum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður og formaður í Føroyanevnd Fólkatingsins.