Ósemja í býráðnum um nýggja kirkju á Argjum

KIRKJUBYGGING Tað er als ikki semja í býráðnum um, hvar tann nýggja kirkjan á Argjum skal byggjast og enn er óvist hvønn veg, tummulin fer at venda

Enn er púra óvist um Kirkjuráðið á Argjum fær loyvi frá býráðnum at byggja nýggju kirkjuna á Argjum, har sum ætlanin er at byggja hana.
Kirkjuráðið hevur útvegað sær grundstykki til nýggja kirkju á stykkinum ímillum Støðlagøtu og Sandá, beint við Eikina, men tað er alt annað enn semja í býráðnum um hesa staðseting.
Tað eru nevniliga nakrir býráðslimir, sum heldur vilja finna okkurt annað stykki at seta nýggja kirkju á.
Bogi Andreasen, sum er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at hann dugir ikki at siga um meiriluti er í býráðnum fyri at geva loyvi til at byggja nýggja kirkju akkurát har.
Men hann veit í øllum førum, at nakrir býráðslimir eru ímóti hesum, men um tað er nóg mikið til at forkoma ætlanin, veit hann ikki.
Sjálvur tekur Bogi Andreasen undir við, at nýggj Kirkja verður bygt á stykkinum við Sandá.
Hann heldur, at tað hevði klætt økinum har um vegir væl, at ein hábærslig kirkja stóð har.

Tekur sína tíð
Hann sigur, at málið skal fyri í byggi- og býarskipanarnevndini fyrst í februar mánað og tá fæst at vita, hvørja áskoðan teir ymsu nevndarlimirnir hava.
Men undir øllum umstøðum ivast hann ikki í, at onkur av nevndarlimunum fer at krevja, at málið verður lagt fyri alt býráðið til viðgerðar, áðrenn nakað verður gjørt.
Sostatt verður tað neyvan fyrrenn eftir býráðsfundin síðst í februar, at ein politisk avgerð fellur um argjafólk sleppa at byggja nýggja kirkju við Sandá, ella ikki.
Men skuldi undirtøka verið fyri tí, er framvegis langur vegur eftir, tí so skal byggisamtyktin broytast og tað tekur sína tíð.
Fyrst skulu broytingarnar gerast og samtykkjast í býráðnum. Síðani hava borgararnir eina kærufreist upp á tríggjar mánaðir.
Tá ið tann tíðin er farin, verður málið, saman við teimum kærum, sum uttan iva verða, sendar Innlendismálaráðnum, sum tekur endaliga støðu til broytingina.
Og tað er ikki fyrrenn, at Innlendismálaráðið hevur góðkent broytingina, at Kirkjuráðið á Argjum kann fara í holt við byggingina.
Les eisini fleiri greinar um sama evni.