Ósemja í A.P. Møller

Tað vakti stóran ans í Danmark, tá landsins størsta vinnufelag, A.P. Møller, kunngjørdi, at ein av felagsins stjórum var farin frá eftir innanhýsis ósemju í leiðsluni.

Tað hevur sanniliga ikki verið vanligt, at A.P. Møller hevur kunnað almenningin um innanhýsis ósemjur. Tá fólk í leiðandi størvum eru farin frá, hevur frágreiðingin vanliga verið, at viðkomandi var farin frá av persónligum ávum. Men mikudagin kunngjørdi stórfyritøkan, at stjórin í oljudeildini hjá felagnum, Kjeld Fjeldgaard, var farin frá orsakað av innanhýsis ósemju í leiðsluni.

Danskir fjølmiðlar eru á einum máli um, at stjórin í Mærsk Olie og Gas kann ikki vera farin frá, tí hann hevur ikki verið nóg dugnaligur. Víst verður á, at umsetningurin hjá Mærsk Olie og Gas var 19,2 milliardir krónur í fjør, og at avlopið var 6,5 milliardir krónur. Kjeld Fjeldgaard hevur arbeitt hjá A.P. Møller síðani 1972, og hann hevur sitið í leiðsluni síðani 1991.