Semingsmenninir hava nú lagt eitt uppskot fyri Fíggjarmálaráðið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið.
Samráðingarnar hava verið á Deplinum í Skálavík og Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir ætla sær av Sandoy aftur við Teistanum úr Skopun klokkan 16.30.
Endamálið er, at partarnir skulu svara umborð um teir taka av semingstuppskotinum ella ikki.
Samráðingarnar hava verið nú vart í tvey samdøgur og í fyrstuni gekk tað nokk so trekt.
Men í gjár fór glið at koma á og í gjárkvøldið var huglagið gott.
Og í morgun kundi semingsmaðurin staðfesta, at viljin at finna semju, var stórur.
Og nú hava semingsmenninir so lagt semingsuppskot fyri partarnar.
- Vit hava mett, at vit komu so langt, at tað var vert at leggja eitt uppskot fyri partarnar, sigur Terje Sigurðsson.
Hann vil ikki siga nakað um, hvat stendur í semingsuppskotinum.