Semingsstovnurin er boðsendur

Tað gongur striltið at fáa í lag semju millum Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar

Síðani seinast í september hava sáttmálasamráðingar verið millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar øðrumegin og Fíggjarmálaríðið hinumegin. 

 

Nógvir fundir hava verið, men ikki hevur borið til at finna nakra semju. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skrivar nú á heimasíðu sínari, at partarnir hava gjørt av boðsenda semingsstovninum.