– Okkara mál hevur verið, at gera ítøkiligar batar á lønina, sáttmálaviðurskiftir, so sum skipan av arbeiðinum, og arbeiðsumstøðunum sum heild.
Tað sigur nevndin í Føroya Pedagogfelag.
– Vit koma ikki á mál við hesum og hava sent boð eftir semingsstovninum.
Vit skulu leggja dent á, at so leingi sum ein roynd verður at gera nýggjan sáttmála, so verða eingin stríðsstig tikin víðari.











