Loksins er tað eydnast Pedagogfelagnum, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at finna eina semju um nýggjan sáttmála. Tað eydnaðist aftaná at semingsmenn bóðu partarnar taka støðu til eitt uppskot í gjár.
Tað var í heyst, at Pedagogfelagið boðaði frá, at tað var farið frá samráðingarborðinum, tí felagið varð misnøgt við støðuna hjá Fíggjarmálaráðnum viðvíkjandi starvsvenjing hjá pedagoglesandi, tá tey fara í starvsvenjing.
Hóast Jógvan Philbrow tá ikki metti, at ósemjan var so stór, at semja ikki kundi røkkast, so gekk so mikið long tíð uttan framstig, at partarnir í desember heittu á semingsmenninar Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen um hjálp.
Kringvarpið veit at siga, at ískoyti hjá teimum námsfrøðingum, ið taka sær av starvslesandi á stovnunum, framyvir fer at hækka av sær sjálvum.

Terji Sigurðsson er annar av semingsmonnunum
Semingsmenninir loystu ósemjuna