Semingsmenninir lodda dýpið

 

Enn er óvist, hvussu verður við royndini at finna semju ímillum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið

 

Enn er óvist, hvussu verður við royndini at finna semju ímillum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála.

 

Sáttmálin fór úr gildi tann 1. oktober og síðani síðst í september hevur gongd verið í samráðingunum.

 

Men fyri eini viku síðani sjúkrarøktarfrøðingarnir partarnir skarvin yvir og vildu hava semingsstovnurin uppí.  

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at síðani hevur hann tosað við partarnar at kanna, akkurát, hvat ósemjan snýr seg um.

 

Samstundis loddar hann dýpið at vita um ósemjan er av slíkum slagi, at yvirhøvur eru fyri eini semju, ella um nakað er at kalla partarnar saman til yvirhøvur.

 

Hann hevur tosað við sjúkrarøktarfrøðingarnar og í morgun hevði hann fund við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

 

Seinnapartin í dag skal hann aftur tosa við sjúkrarøktarfrøðingarnar, men hann veit ikki, nær hann kemur til eina niðurstøðu.

 

Eingin sigur akkurát, hvat ósemjan snýr seg um, uttan at talan er um krónur og oyru í samband við lønarhækkingar og aðrar ágóðar.