Semingsstovurin fer á fund við formenninar í manningarfeløgunum um trætuna við Reiðarafelagið klokkan hálvum tíggju. Verkbannið byrjaði næst seinasta mánadag. Eyðstein Djurhuus er formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Hann vísir aftur gitingarnar, at ongar flytingar hava verið millum partarnar, síðan samráðingarnar byrjaðu.
Tað sigur hann við Sosialin.
- Nei, tað er ikki heilt rætt. Eg haldi, tað ikki vera rætt at fara í smálutir við teirri semingsroynd, sum varð gjørd, sigur Eyðstein Djurhuus.