Semingsroyndirnar ímillum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið eru nú endaðar úrslitaleysar.
Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur fyri in.fo, at hann hevur boðað pørtunum frá, at hann gevst við semingsroyndunum.
- Vit hava fleiri ferðir hoyrt, at tað var ikki so langt ímillum partarnar og tað helt eg heldur ikki, sigur Terje Sigurðsson.
- Men tað vísir seg, at talan var um rættiliga grundleggjandi viðurskifti og tey kunnu vera tórfør at loysa, leggur semingsmaðurin afturat.
Hann sigur, at hann hevur roynt ymsar mátar at loysa knútin, men einki vísti seg at bera til og nú sær hann ikki fleiri møguleikar.
- Tí hava vit boðað frá, at vit gevast, heldur enn at leggja eitt semingsuppskot fram, vit vita, verður vrakað, sigur Terje Sigurðsson.
Hann sigur, at nú liggur tað í hondunum á pørtunum at gera av, hvat skal henda og sjálvur tekur hann eingi stig, fyrrenn partarnir boðsenda honum aftur.
|










