Sáttmálastríð
Beint áðrenn Sosialurin fór til prentingar í gjár, ringdi formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Ellintur M. Abrahamsen og segði, at semingsmenninir nú høvdu kallað feløgini til fundar.
- Vit hava fingið boð um at møta á fundi á Hotel Føroyum kl. 13 fríggjadagin, visti hann at siga.
Stutt frammanundan hevði Sosialurin tosað við Ellint um støðuna, og tá hevði hann eingi fundarboð fingið.
Nú er so greitt, at fundarvirksemið verður uppaftur tikið fríggjadagin, men ógjørligt er at siga, um nakað spyrst burtur úr, tí partarnir hava staðið so langt frá hvørjum øðrum.