Semingsmenninir fund við paratarnar

Semingsmennirnir høvdu í gjár fund Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið

Í gjár, áðrenn blaðið fór til prentingar, var greitt, at semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Petersen skuldu hava fund við partarnar í ósemjuni á almenna arbeiðsmarknaðinum.

­ Tað vóru semingsmenninir, ið vendu sær til okkum, og vit hava sjálvandi einki ímóti at tosa við teir, segði Gunnleivur Dalsgaard við blaðið í gjár. Talan er bert um ein kunnandi fund, har semingsmenninir einferð enn kunna seg um støðuna hjá báðum pørtum.