Fyri løtu síðani boðaðu semingsmenninir fiskimonnunum og reiðarunum frá, at teir ikki halda, at tað í løtuni er grundarlag fyri at halda fram við sáttmálasamráðingunum Semingsroyndin fyri at fáa nýggjan sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag er av á hesum sinni. Fyri løtu síðani boðaðu semingsmenninir Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen pørtunum frá, at teir ikki meta, at tað í løtuni er grundarlag fyri at halda fram við semingsroyndunum. Semingsstovnurin varð boðsendur fyri tveimum vikum síðani, og partarnir hava sitið saman á Hotel Hafnia síðani á middegi mánadagin.
- Tað hevur verið langt millum partarnar, og síðani vit mánadagin settu okkum saman við Reiðarafelagnum og Fiskimannafelagnum, hava feløgini ikki verið sinnað at flyta seg. Tað var neyðugt, um grundarlag skuldi verða fyri at leggja semingsuppskot fram. Vit hava ásannað, at í løtuni er støðan soleiðis, at tað ikki er grundarlag fyri at rokna við semju á hesum sinni, og tí hava vit boðað pørtunum frá, at vit eru givnir, sigur Terji Sigurðsson, sum leggur afturat, at partarnir søgdu seg væl skilja støðuna hjá semingsstovninum.
Tá ið Terji Sigurðsson verður spurdur, hvat skal til fyri at semingsstovnurnir skal kalla partarnar saman aftur, svarar hann soleiðis:
- Treytin er, at partarnir boða semingsstovninum frá, at teir meta, at nakað er at tosa um. Tað mettu vit ikki, at tað var í dag, og tað var tí, at vit góvust.
Høvuðskravið hjá Fiskimannafelagnum er ein eftirlønarskipan. Høvuðskravið hjá Reiðarafelagnum er, at fiskimenninir skulu vera við til at rinda fyri oljuna.
Meiri verður at frætta um støðuna í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 16.