Hetta segði Jógvan Amonson við Sosialin eftir fundin við partarnar uppi á Hotel Föroyum seinnapartin í dag.
Lønarhækkinging var 2,7% 1. mars í ár og onnur 2,7% aftur 1. mars næsta ár. At karensdagarnir verða tyknir burtur verður roknað sum 1.1%.
Umframt hetta var eisini í semingsuppskotinum eitt protokollat viðvíkjandi edv-fólkinum á Strandferðsluni, sum kortini ongan týdning sum so hevði fyri semjuna, sigur Jógvan Amondson.
Semingsmenninir eru nú farnir til hús.
? Vit vænta kortini, at partarnir fyrr ella seinni senda boð eftir okkum aftur. Formelt kunnu teir velja aðrar, men vit kunnu saktans halda fram, sigur Alfred Petersen við Sosialin.
? Eingin avmarking er, hvussu leingi vit kunnu halda fram, sigur hann.
Arbeiðssteðgvurin, sum higartil hevur verið verkfall og verkbann heldur fram, men nú er bara talan um verkfall, hóast tað merkist á sama hátt.