Ein maður, sum hevur verið við í nógvum sáttmálasamráðingum, er formaðurin hjá skiparunum, Ellintur Abrahamsen. Hann hevur sína heilt greiðu meining um semingsroyndirnar í trætuni millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini.
? Eg haldi, at semingsmenninir góvu skarvin yvir alt ov tíðliga, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann vísir á, at Arbeiðsgevarafelagið enn ikki hevur vrakað nakað semingsuppskot, meðan arbeiðarafeløgini hava vrakað tey uppskotini, sum hava ligið á borðinum.
? Hetta vísir eisini, at semingsmenninir hava lagt ov lítið trýst á arbeiðsgevararnar, tí teir eru slopnir undan at vraka nakað semingsuppskot. Tað er ikki rætt, tá bara annar parturin vrakar øll uppskotini, sigur ein undrunarsamur Ellintur Abrahamsen.
Hann slær fast, at arbeiðsgevararnir eru slopnir ov lætt í hesum samráðingunum. Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í Útvarpi Føroya givið til kennar, at tey stuðla arbeiðarafeløgunum í verkfallinum.
Renna ikki ørindi
Arbeiðarafeløgini hava róð fram undir, at semingsmenninir renna ørindi fyri arbeiðsgevararnar, men hetta vil Ellintur ikki siga.
? Tað er ikki so vandamikið, at ein semingsmaður er inhabilur, bara hann ikki er partískur undir samráðingunum, sigur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Hann heldur, at hóast ivi verður sáddur um gegnið hjá einum semingsmanni, kann hann væl brúkast undir samráðingum.