Semingsmenn royna at finna semju

- Partarnir hava ásannað, at ov langt er á mál í lønarspurninginum, og tí eru vit og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum samd um at lata semingsmenn yvirtaka samráðingarnar, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum

Samráðingar

Tað eydnaðist ikki Starvsmannafelagnum og lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum at semjast um nýggjan sáttmála í samráðingunum, sum verið hava millum partarnar.
- Um 18-tíðina sunnukvøldið ásannaðu bæði vit og lønardeildin, at eingi útlit vóru til semju, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Hann vísir á, at tað serliga er lønarspurningurin, sum skilir partarnar.

Knúturin ov stórur
Sagt hevur verið, at Fíggjarmálaráðið krevur eina null-loysn í lønarspurninginum, og at Starvsmannafelagið hinvegin krevur eina reallønarhækking upp á 1,7% um árið.
- Men eg veit ikki, hvaðani fjølmiðlarnir hava hesi tølini, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum annars einki ítøkiligt við siga um knútin millum partarnar.
Hann ásannar kortini, at knúturin er somikið stórur - og ringur at loysa, at neyðugt er hjá pørtunum at lata semingsmenn yvirtaka samráðingarnar.
- Starvsmannafelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum eru samd um at velja Jógvan Amonsson, grannskoðara og Alfred Petersen, advokat, til semingsmenn, og teir hava játtað at taka hesa uppgávu upp á seg, sigur Gunnleivur.

Kortini á borðið
Í gjár skuldi fundur vera millum partarnar, har greitt varð frá, hvørjir knútarnir eru .
- Nú verða tað so semingsmenninir, sum seta út í kortið og leggja samráðingarnar til rættis, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum sunnukvøldið eftir, at samráðingarnar vóru slitnaða.