Semingsmenn
? Tað ber ikki til hjá semingsmonnum at finna semju. Tað einasta, semingsmenninir kunnu gera, er at hjálpa tveimum pørtum á glið í royndunum at finna semju. Men tað eru altíð partarnir einsamallir, sum mugu finna semjurnar.
Tað sigur Terji Sigurðsson.
Terji Sigurðsson er nýtilnevndur semingsmaður.
Og júst tað at royna at hjálpa pørtunum á glið, heldur hann er ein stór ábyrgd, tí av og á hevur mikið stríð verið um semingsmenninar.
? Tað er ein stór avbjóðing at fara í holt við, sigur hann.
Og tey næstu trý árini verður tað hansara lutur, saman við varamanninum, Jóannesi Djurhuus, at royna at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at semjast, tá ið sáttmálasamráðingar eru, og arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar ikki fáa loyst knútarnar sjálvir.
Terji Sigurðsson er 47 ára gamal og útbúgvin innan samfelagsfrøði.
Hann hevur verið skrivari í kappingarráðnum í nøkur ár, men áðrenn tað arbeiddi hann í ALS.
? Tað hevur givið mær eitt ávíst innlit í arbeiðsmarknaðin, sum kemur mær til nyttu í starvinum sum semingsmaður og hann heldur, at tað onkusvegna má vera tað, hann hevur starvast við, sum hevur fingið myndugleikarnar at meta, at hann er skikkaður til starvið sum semingsmaður.
Stóðu fyrstu royndina
Og skulu vit meta eftir fyrstu royndini, má sigast at hana stóðu semingsmenninir.
Týsdagin eydnaðist tað teimum at fáa Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Føroyskra Handverkaranna hinumegin, at semjast um ein nýggjan sáttmála.
Tá høvdu partarnir sitið til samráðingar við semingsmonnunum í 33 tímar út í eitt og semingsmaðurin væntar avgjørt, at alt hansara starv sum semingsmaður verður líka positivt sum hendan fyrsta semingsroyndin.
Sáttmálin sum handverksmeistarar og handverkarar hava skrivað undir við, er ein tvey ára sáttmáli.
Hann er á leið á sama støði sum aðrir sáttmálar, men í hesum føri hava partarnir gjørt av at leggja lutfalsliga meir upp á eftirlønina og afturfyri verður beinleiðis lønarhækkingin lutfalsliga minni.
Eftir nýggja sáttmálanum hækkar tímalønin 2,77 krónur 1. oktober í ár og sostatt er tímalønin hjá Handverkarum nú 110,97.
Tímalønin hækkar aftur 2,72 1. oktober 2004 og tá verður tímalønin 113,69 krónur.
Hinvegin hækkar eftirlønin 2% tann 1. oktober 2003 og tá verður hon 4%. Tann 1. oktober 2004 hækkar eftirlønin aftur 1,5% og tá verður eftirlønin 5,5%. Samstundis hækkar halgidagsgrunnurin 0,5% tann 1. oktober næsta ár og tá verður 1,5%
Tilsamans er talan um 8,5% í hækkingum.










