Semingsmenn gjørdu ilt verri

- Samráðingarnar hava verið torførar, og uppgávan hjá semingsmonnunum hevur eisini verið torfør. At formaðurin í Føroya Fiskimannafelag leggur eftir semingsmonnunum, er undir alt lágmark, heldur Føroya Reiðarafelag

SÁTTMÁLALOYSI

Eftir at semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum reiðarar og manningarfeløg miseydnaðist seinasta fríggjadag, er rættilig ógreiða á sáttmálaøkinum. Manningarfeløgini siga, at fiskimenn kunnu mynstra eftir gamla sáttmálanum, sum reiðarar søgdu upp til at fara úr gildi – og reiðarar siga, at fiskimenn kunnu mystra eftir semingsuppskotinum, sum Føroya Reiðarafelag góðtók, men sum manningarfeløgini vrakaðu fríggjakvøldið.
Manningarfeløgini vóru als ikki nøgd við semingsuppskotið, sum eitt nú álegði manningini at luttaka í oljuútreiðslum, tá oljan fer upp um 3,90 fyri bunkringarliturin. Men tað vóru eisini onnur viðurskifti í semingsuppskotinum, sum manningarfeløgini ikki kundu taka undir við, eitt nú í sambandi við, hvussu skipanin skal verða við lægri manningartali.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, er als ikki nøgdur við semingsuppskotið, og hann heldur snøgt sagt, at tað gjørdi ilt verri fyri sáttmálasamráðingarnar, tá semingsmenninir komu upp í trætuna.
Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, er ikki samdur við Jan Højgaard.
- Samráðingarnar hava verið torførar, og uppgávan hjá semingsmonnunum hevur eisini verið torfør. At formaðurin í Føroya Fiskimannafelag leggur eftir semingsmonnunum, er undir alt lágmark, heldur hann.
Føroya Reiðarafelag heldur tað vera sera óhóskandi, at formaðurin í Fiskimannafelagnum setir spurnartekin við trúvirðið hjá semingsstovninum.
- Tá ósemjur eru millum sáttmálapartarnar á arbeiðsmarknaðinum eru frammanundan avtalaðar nakrar mannagongdin um, hvussu hesar trætur skulu loysast. Báðir partar hava góðkent semingsmennirnar, og teirra uppgáva er at royna at finna eina loysn, sum liggur ímillum krøvini hjá pørtunum, sigur Føroya Reiðarafelag.

Ikki lata seg lumpa
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur, at skjalið, sum manningarfeløgini fingu frá semingsmonnunum, als ikki var eitt semingsuppskot.
- Hetta var uppskotið frá Føroya Reiðarafelag, tó at tað var nakað mildari. Tað undraði okkum, at okkara krøv ikki vóru tikin við í eitt semingsuppskot. Vit hava sett okkum spurningin, hví semingsstovnurin tók hetta stig, og fleiri halda, at hetta var fyri at kasta handklæði inn í ringin, so semingstovnurin slapp burtur úr hesum.
Føroya Fiskimannafelag heldur, at tað kanska eisini vóru aðrar og meiri álvarsamar orsøkir til, at semingstovnurin tók hetta sera óvanliga stig.
- Vit tosaðu saman um, hvat mundi fara at henda, áðrenn semingsuppskotið kom. Vit hugsaðu okkum, at semingsuppskotið helst fór at verða so vánaligt, at vit fóru at vera noyddir at vraka tað. So væntaðu vit, at Føroya Reiðarafelag fór at melda út, at skip kundu mynstra uppá semingsuppskotið.
Føroya Fiskimannafelag sigur, at felagið hevur heitt á sínar limir um ikki at lata seg lumpa.
- Tað ber ikki til at mynstra uppá eitt semingsuppskot. Um menn lata seg draga uppá tráð, er lítið at ivast í, at fiskimenn innan stutta tíð vera trýstir niður í hýru, soleiðis at teir ikki klára at breyðføða sína familju, sigur Føroya Fiskimannafelag.