Seming og kæra
Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá kæruni, ið arbeiðarafeløgini, sum eru í verkfalli, hava sent Vinnumálaráðnum um varasemingsmannin, Suna Schwartz Jacobsen.
Í kæruni leggja feløgini dent á, at Suni Schwartz eftir teirra tykki er ógegnigur sum semingsmaður, tí hann arbeiðir hjá eini grannskoðarafyritøku, ið hevur fleiri arbeiðsgevarar sum síni viðskiftafólk.
Onga viðmerking
Sosialurin hevur biðið semingsmannin um eina viðmerking til kæruna, men hóast hann var bæði blíður og fryntligur at tosa við, segði hann seg onga viðmerking hava til aktuella málið.
Spurdur, segði Suni Schwartz Jacobsen seg einki vita um útfallið í Vinnumálaráðnum, og hann dugdi heldur ikki at siga, um tað møguliga kann gerast aktuelt, at annar persónur kemur í hansara stað, tá ið semingsroyndirnar verða tiknar uppaftur.
Sambært lógini, eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum velja semingsmenninar, og teir vera valdir fyri trý ár í senn.
Einki samband
Sum skilst, hevur einki samband verið millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum eftir, at arbeiðarafeløgini vrakaðu semingsuppskotið seinasta hósdag og lýstu verkfall.
Suni Scwhartz Jacobsen var í starvi hjá KPMG, tá ið hann varð valdur til semingsmann.
Kanska undrar tað onkran, at fakfeløgini nústaðni gera vart við, at grannskoðarafyritøkan, KPMG, hevur viðskiftafólk, sum eisini eru arbeiðsgevarar.










