Eftir at hava tosað við partarnar hvør sær hava semingsmenninir Terje Sigurdsson og Símun Absalonsen gjørt av at boða pørtunum til seming eftir døgurða í morgin.
Hesum boðar Starvsmannafelagið frá nú seinnapartin.
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið vóru boðin til innleiðandi samráðingar seinasta mikudag. Semingsmenninir hava tosað við partarnar hvør sær og hava brúkt tíðina at kanna møguleikarnar fyri semju.
Í morgin verðir so farið undir semingina, har báðir partar eru undir somu lon og til samráðingar samstundis. Semingin verður á Hotel Hafnia.
Tað var Fíggjarmálaráðið sum boðsendi semingsstovninum. Starvsmannafelagið metti ikki at allir møguleikar vóru troyttir.