Sterkasti trumfurin hjá landsstýrinum eru ásetingar í havrættarsáttmálanum hjá ST, sum áseta reglurnar fyri, hvussu trætur skulu handfarast.
Sambært havrættarsáttmálanum skulu trætumál roynast við seming, áðrenn boykott kann koma upp á tal.
Í svarinum til Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser hjá ES, vísir landsstýrið á, at at kalla ongar veruligar samráðingar hava verið um býtið av norðhavssildini, áðrenn ES fór at hótta við handilstiltøkum móti Føroyum.
Tí stríðir ætlanin hjá ES um at seta handilstiltøk í verk ímóti Føroyum ímóti meginreglunum um at loysa ósemjur á friðarligan hátt.
Føroyar hava ikki, sum ES førir fram, tikið seg úr avtaluni um umsiting av norðhavssildini. Føroyar hava ei heldur nakra ætlan um at økja um samlaða veiðitrýstið á sildastovnin. Trætan er einans um býtið av tilmæltu samlaðu kvotuni og ikki um samlaðu heildarkvotuna, sigur landsstýrið í svarinum til Mariu Damanaki.
Hoyr samrøðu við Bjørn Kunoy, løgfrøðiligan ráðgeva í Uttanríkistænastuni í Tinganesi, her: