Fríggjadagin verður eitt seminar um oljuprísirnar í Útvarpshøllini í Havn. Seminarið kallast »Oljuprísirnir enn ein avbjóðing«, og búskaparfrøðingarnir Óli Samró, Teitur Poulsen og Magni Laksafoss fara at viðgera oljuprísirnar, og hvussu teir kunnu ávirka fiskivinnuna og føroyska búskapin komandi árini. Aftan á framløgurnar verður orðaskifti. Seminarið byrjar kl. 13.00.