Sement verður í summar

Margarinfabrikkin fer aftur í ár at skipa fyri tónleikakappingini Sement

Hetta er fimtu ferð, at Margarinfabrikkin skipar fyri hesi kapping, og áhugin er voksin á hvørjum ári.


Sement er farið frá at vera eitt lítið projekt, ið varð royndarkoyrt í 2008, til at vera eitt afturvendandi og væleydnað tiltak, ið ein og hvør tónleikaáhugaður í Føroyum kennir til, verður sagt í tíðindaskrivi. 

Í fjør vóru tað The Absent Silver King, ið vunnu kappingina við sínum myrka noise rokki. Fyrr hava vinnararnir verið m.a. Sleepless ghosts ,  Guðrun & Bartal og ikki minst Hamferð, ið av sonnum hava sligið sítt navn fast á bæði føroyska og útlendska tungmálmspallinum.

 

Reglur:
Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakra fløgu út. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir 2 egin løg og allar genrur eru loyvdar.

Tríggir bólkar sleppa víðari frá hvørjum umfari og til finaluna vera 6 bólkar, sum fara at kappast um heitið. Tó kann hetta broytast - alt eftir, hvussu nógvir bólkar melda seg.

Tríggir kvalifiseraðir dómarar avgera, hvør sleppur víðari, og hvør vinnur heitið, sum føroya besti nýggi bólkur.

Tekning:
Send navn á bólki, eina lítla bio og kontaktinfo til sement(at)fabrikkin.fo

 

 

Nær og hvar tiltakið verður, hildið, verður boðað frá seinni, siga fyrireikararnir.