Sement undankapping í Perluni í kvøld og í annaðkvøld

Í kvøld og í annaðkvøld verður Perlan karmur um innleiðandi umførini í tónleikakappingini, Sement. Tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri.

 

Í kvøld og í annaðkvøld verður Perlan karmur um innleiðandi umførini í tónleikakappingini, Sement. Tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri.

 

Dyrnar lótu upp klokkan 19.30, og fyrsti bólkur trínur á pallin kl 20.00.

 

11 bólkar hava meldað seg til kappingina, og teir eru eftir øllum at døma rættiliga ymiskir. Á skránni verður tungmálmur, sýrurokkur, garasjularmur til progressivan popp.

 

Niðanfyri er skráin fyri bæði kvøldini:

 

 

Fríggjakvøld

20.00 Jógvan á Høvdanum

 

20.25 Frank in a Phonebox

 

20.50 Ranchus

 

21.15 Grús

 

21.40 Hópdráp

 

 

Leygarkvøld

20.00 Lyon & the Colourstorm

 

20.25 Dýrd

 

20.50 Asyllex

 

21.15 Voult

 

21.40 Nystrøm

 

22.05 Punjab