Áhugin fyri Sement 2010 hevur verið øgiligur, og nú ber til at uppliva tað besta frá finaluni á netvarp.fo. Sement 2010 er nú av, og leygarkvøldið gjørdist greitt, at bólkurin Hamferð fór avstað við sigrinum. Finalan kann nú síggjast á netinum á netvarp.fo.
Har kann sjálv finaluløtan upplivast, tá ið tað gjørdist greitt hvørjir bólkar vóru nummar eitt, tvey og trý. Eisini eru samrøður við Heðin Mortensen, dómararnir og vinnandi bólkin.