Nú er Sement 2010 farið av bakkastokki, og royndirnar hjá fyrireikarunum siga, at kappingini setur gongd á karrieruna hjá ungu tónleikarunum, sum vinna kappingina. -Hyggja vit eftir vinnaranum frá í fjør, Hamferð, so setti tað ordiliga ferð á teirra tónleikakarrieru. Teir hava givið fløgu út, og spældu rættiliga nógv í summar, greiður Petur Háberg frá, fyrireikari av tiltakinum.
Hann heldur, at tað er eitt fantastiskt herðaklapp, at verða kosin sum Føroya besti nýggi bólkur.
Og sambært fyrireikarunum, so er endamálið við Sement júst tað, at nýggir og ókendir bólkar sleppa at vísa fram sín tónleik.
- Út frá tí, sum eg havi sæð og hoyrt, so er Sement eitt millumlið millum venjingarhølini og tann stóra pallin, sum spírandi tónleikarar saknað, sigur Petur Háberg.
Nú er hetta triðja árið á rað, at Sement hevur verið, og fyrireikararnir halda, at í ár hevur tiltakið veruliga funnið sína hill.
-Fyri hvørt ár lærir man hvat riggar, og hvat ikki riggar. Og tað hava vit varnast í ár, tí tiltakið hevur á ein ella annan hátt funnið sítt pláss, sigur Petur Háberg.