Leygarkvøldið skal tann besti nýggi bólkurin í Føroyum kjósast, tá ið finalan í Sement tónleikakappingini verður í Perluni í Tórsgøtu. Endabresturin av tónleikakappingini Sement verður leygarkvøldið, har seks bólkar skulu dystast um heiti besti nýggi bólkur í Føroyum. Bólkarnir, sum verða við í finaluni eru:
Hamferð
Tórshavn
Lyon
Gøtugjógv
Dánial og Bjarki
Argir
Bárður Johannesen
Argir
Earth Divide
Tórshavn
Nikolina´s Rage
Miðvágur
Eisini fer bólkurin Oniontree at spæla, meðan dómararnir finna vinnaran.
Tiltakið byrjar kl. 20.00