Leygarkvøldið verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni. Í ár er kappingin í Reinsarínum í Havn. Tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri kappingini har bólkar og einstaklingar kappast um tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi.
Sjey bólkar hava meldað seg til kappingina í ár, og í ár er kappingin bert eitt kvøld, greiðir Bartal Augustinussen, samskipari av Sement, frá.
Teir 15 minuttirnar bólkurin hevur á pallinum skal hann framføra minst tvey egin løg. Bartal Augustinussen greiðir frá, at ein slík kapping sum hendan ger, at nógvir bólkar, sum annars ikki høvdu farið út at spælt fyri fólki fáa høvi til tess.
-Hetta er ein kapping fyri óskrivað bløð, sum verða hoyrd og dømd, sigur hann.
Í ár vera Theodor Kapnas, Guðrið Hansdóttir og Kristian Blak dómarar.
Áður hava Hamferð, Guðrun og Bartal, Sleepless Ghost, Absent Silver King, Lyon & the Colourstorm, Konni Kass & Bluesette vunnið kappingina.