Komandi fríggjakvøld verður Perlan í Tórsgøtu karmur um Sement 2013.
Í ár hava sjey bólkar meldað seg til kappingina, og tí verður alt avgjørt fríggjakvøldið. Skráin sær soleiðis út:
SKRÁ:
20:00 - Punjab
20:25 - The Absent Silver King
20:50 - Bjarki
21:15 - Frank in a Phonebox
21:40 - Reduced To Ash
22:05 - Danny And The Veetos
22:30 - Tidal Crush
Og meðan dómararnir, sum eru Jón Tyril, Lena Anderssen og Fróði Løksagarð finna vinnaran, fara vinnararnir frá í fjør - Sleepless Ghosts - at framføra.
Eitt sindur áðrenn midnátt verður avdúkað, hvør vinnarin er og fer avstað við vinningunum, sum eru eitt gávukort á 15.000 krónur frá Studio Bloch og eitt gávukort á 3.000 krónur frá Simme Musikkhús. Umboð fyri G! Festivalin vera eisini til staðar og velja møguliga eitt navn til ársins festival.
Tiltakið byrjar klokkan 20.