Selvig heldur fram í KÍF

Kviki vongurin hevur tikið avgerð um at taka minst eitt ár aftur hjá kollfirðingum

Veitsla er í Kollafirði í kvøld. Við FM-heitinum í skjáttuni er lítil ivi um, at lagið á ársveitsluni hjá KÍF er í topp, og sum skilst fáa viðhaldsfólkini nú enn eina orsøk at fegnast.

 

Sum skilst eru KÍF og Nicklas Selvig nevnliga komin ásamt um nýggjan sáttmála, og soleiðis veður Selvig eisini partur av hópinum hjá KÍF komandi kappingarár.

 

Kollfirðingar hava vunnið FM-heitið tvær ferðir á rað, og nú ætla Selvig og liðfelagarnir sær at gera hattrick, skilst.