Danski leikarin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Nikclas Selvig, skiftir eftir hetta kappingarárið aftur til føroyskan hondbólt. Tað er greitt, nú hann gevst í danska felagnum, TMS Ringsted.
Nicklas Selvig hevur sáttmála við TMS Ringsted í tvey ár afturat, men heimasíðan hjá felagnum skrivar, at sáttmálin í sátt og semji er strikaður tí at Nicklas og føroyska dama hansara væntandi gerast foreldur seinni í hesum mánaðinum, og at tey tá ætla sær at flyta til Føroya.
- Man ikki eg finni eitt felag, har eg framvegis kann útliva mínar dreymar og halda fast í plássinum á føroyska landsliðnum, sigur Nicklas Selvig við heimasíðuna hjá TMS Ringsted.










