Selvík komin aftur til Sørvágs

Leygardgain í skýmingini kom stórur treylari vestur til Sørvágs við motorbátinum »Selvík«, sum nú stendur á bryggjuøkinum úti á Bakka. Tað er Áhugafelagið Selvík sum hevur keypt bátin av Eiði, har hann hevur verið heimahoyrandi síðstu tíðina

Upprunaliga varð motorbáturin bygdur til brøðurnar Jóhan (Jóhan hjá Sigmundi), Jens Dam og Valdemar Simonsen (vanliga nevndur Valdi) saman við abbanum, Mórusi Simonsen (vanliga róptur Gamli Mórus). Báturin varð bygdur í 1914 í Tórshavn, og er hann 7,5 tons BR, gott 9 metrar langur og úr eik og furu.


Áhugafelagið Selvík hevur ætlanir um at seta bátin í stand, og skal hann so setast á hóskandi stað í bygdini. Ætlanin er at at fáa Selvík, sum motorbáturin hevur itið alla tíðina, at líkjast sum mest upprunaliga bátinum. Áhugafelagið Selvík hevur keypt bátin fyri góðar 40.000 krónur, og mett verður ikki, at tað verður kostnaðarmikið at gera tær broytingar, sum gerast skulu, tí motorbáturin er í sera góðum standi, verður sagt.


Miðskeiðis í hesi øldini vóru einir 20 sovorðnir motorbátar í Sørvági, sum altíð hevur verið gott útróðrarpláss.