Selur húsini fyri smáar 24 milliónir

Fyrrverandi stjóri og stóreigari í nýliga húsagangsrakta Skykon, Jesper Øhlenschlæger, hevur sett húsini til sølu fyri smáar 24 milliónir krónur eftir bert hálvum ári. Stendur tú og veit ikki, hvat tú skal brúka 24 milliónir til, so hevur tú nú møguleikan at keypa glæstriborgina á myndini.

Í juni 2010 keypti handilsmaðurin, Jesper Øhlenschlæger glæstriborgina Ydernæs fyri 18,5 milliónir krónur á Strandvejen 126 í Aarhus. Bert mánaðir eftir keypið var hann koyrdur sum stjóri í Skykon, tá vindmyllufyritøkan fór á heysin.

Eftir húsagangin er Jesper Øhlenschlæger farin undir at selja burtur av aktivunum, og tí er bústaðurin upp á 435 fermetrar til sølu fyri smáar 24 milliónir krónur.

Í fólkamunni verður Ydernæs kallað Lítla Marselis tí tað líkist so nógv Aarhusbúðstaðnum hjá teimum kongaligu, Marselisborg, sum næstan er grænni hjá Jesper Øhlenschlæger.

Í sølulýsingunum sigur Øhlenschlæger, at hann og konan, Susi, hava keypt ein bóndagarð sunnan fyri Århus, og at tað er orsøkin til, at glæstriborgin við í alt 732 fermetrar, 180 gradir útsýni yvir Aarhus bugt og »alt hugsandi luksus« nú er sett til sølu.

Húsini hava millum anað tíggju kømur, fýra stovur og au-pair-øki. Prísurin er sambært lýsingini attraktivur, tí glæstriborgin verður meklaramett til millum 26 og 32 milliónir, skrivar Business.dk.