- Í dag seldi Fiskamarknaðurin 1.200 tons av kvotu í russiska partinum av Barentshavinum fyri 3.576.000 krónur. Hetta svarar til ein miðalprís á 2,98 krónur fyri kilo.
Tað er kunningin, sum Fiskimálaráðið hevur lagt út á sína heimasíðu eftir uppboðssøluna av botnfiski seinnapartin í dag.
Lagt verður aftrat, at tríggir skrásettir boðgevarar luttóku í uppboðssøluni, og ein keypari - P/f J.F.K. Trol - vann øll boðini.
Tey 1.200 tonsini vóðru seld í 24 linjum, ið vóru millum 25 og 100 tons.
- Dýrasta linjan varð seld fyri 5,60 krónur fyri kilo og bíligasta fyri 1,50 krónur fyri kilo, ið var minstaprísurin, sum landsstýrismaðurin ásetti, veit Fiskimálaráðið at siga í dag.