Bilasølan Autoservice í Havn heldur fimmti ára føðingardag í dag.
Talan er um eina av teimum gomlu bilafyritøkunum, sum hevur røtur nógv longur aftur, enn hesi fimmti árini.
Tað var Óli Arge, sum upprunaliga stovnaði fyritøkuna í 1964. Tvey ár frammanundan innflutti hann fyrsta japanska bilin í Føroyum beinleiðis úr Japan. Talan var um ein Prince Skyline Super frá verksmiðjuni Prince Motor Com- pany, sum seinni var løgd saman við Nissan.
Auto Service helt í mong ár til í Gundadali við bilasølu, dekksølu og verkstaði. Leiðari av verkstaðnum var Ingibjartur Durhuus, sum framvegis arbeiðir hjá Auto Service. Seinni yvirtók Meinhardt Arge, sonur Óla Arge, fyritøkuna, og í 1978 flutti Auto Service í nýggjan virkisbygning við Tjaldursvegin á ídnaðarøkinum á Hálsi. Í 1979 tók Finnboði Arge, sonur Meinhardt Arge, við sum stjóri í Auto Service.
Eftir stóru fíggjarkreppuna í Føroyum fyrrapartin av 90-unum skifti fyritøkan navn til P/F Meinhardt Arge og flutti í fyrrverandi bygningin hjá Wenzel Petersen undir Krákugjógv við Oyggjarvegin, har fyritøkan framvegis heldur til.
Í november 2005 seldi Finnbogi Arge, sum átti P/F Meinhardt Arge, alt bilvirksemið og verkstaðarbygningin við Oyggjarvegin til Eivind av Reyni. Tá fekk fyritøkan aftur navnið Auto Service.
Síðan tá eru stórar um- og útbyggingar farnar fram, og Auto Service er í dag ein av størstu og mest modernaðu bilasølum í landinum.
Tað eru helst fáar bilasølur, sum selja so nógvar ymiskar útgávur av bilum sum Auto Service. Við sínumbilmerkjum: Nissan, Peugeot og Opel, hevur Auto Service yvir 50 ymisk bilmodell sum aftur fáast í nógvum ymiskum útgávum at bjóða kundum sínum. Úrvalið er stórt, har er alt frá smáum býbilum til stórar luksusbilar og vinnubilar í øllum støddum til so at siga øll endamál.
Auto Service hevur umboðað Nissan síðan 1962, Peugeot síðan 1969, Opel síðan 1986.
Fyritøkan hevur eisini havt umboð fyri Saab og Chevrolet.
Í dag starvast 27 fólk hjá Auto Service.
Í dag klokkan 15 verður móttøka í framsýningarhøllini hjá Auto Service. Har fer Finnbogi Arge, fyrrverandi eigari, at greiða frá um søguna hjá Auto Service – og helst eisini um virksemi hjá pápanum, Meinhardt Arge og abbanum, Óla Arge, ella Bilóla, sum hann eisini varð kallaður. Harumframt fer Pól Jákup Poulsen, stjóri, at siga nøkur orð, eins og tríggir mans verða heiðraðir fyri trúgva tæanstu: Ingibjartur Durhuus, sum hevur starvast í fyritøkuni øll 50 árini, Erhard Olsen, sum hevur starvast í fyritøkuni í 40 ár og Erling Olsson, sum hevur starvast í fyritøkuni í 35 ár.
TRÝST HER fyri at síggja blaðið »Auto Service 50 ár«, sum var í Sosialinum síðsta mikudag